Brúkaraprístal og hvussu tað ávirkar okkum
Listen now
Description
Korona og kríggj hevur havt búskaparlig sveiggj við sær kring allan knøttin. Í løtuni uppliva vit eina ógvusliga inflatión í Føroyum, sum meira ella minni merkir, at brúkaraprístalið er økt heilt nógv. Hetta kemst serliga av methøgu oljuprísunum. Men hvat er eitt brúkaraprístal? Hvør avger talið? Og hvussu ávirka sveiggini í brúkaraprístalinum okkum brúkarar? Tað greiða Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, og  Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, okkum frá í hesum partinum av Verkavarpinum.
More Episodes
Published 04/15/24
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.  Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr?...
Published 04/08/24
Published 04/08/24