11. ADHD á arbeiðsmarknaðinum
Listen now
Description
Oktoburmánaði var altjóða adhd-mánaði. Í tí sambandi hava vit valt at varpa ljós á adhd og adhd á arbeiðsmarknaðinum. Talið av fólki, ið fáa staðfest ADHD og ADD tykist vera alsamt vaksandi, og man noyðist ikki at seta seg nógv inn í evnið, fyri at fáa eina fatan av, at henda diagnosan ávirkar at kalla alt lívið hjá einum, sum hevur tað. Tí er nærliggjandi at hugsa, at adhd ella add eisini ávirkar eins arbeiðslív.  Men hvussu ávirkar adhd arbeiðslívið? Hvørjar avbjóðingar møtir man týpiskt? Hvørjar uppgávur kunnu verða truplar hjá fólki við ADHD at fáa loyst? Og er nøkur hjálp at heinta?   At greiða okkum frá um evnið hava vit fingið Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum, og Maybritt við Strond, sum eigur fyritøkuna Málmót, í studio.
More Episodes
Published 04/15/24
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.  Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr?...
Published 04/08/24
Published 04/08/24