16. Happing á arbeiðsplássinum
Listen now
Description
ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG. Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan. Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð.  Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbech, nevndarlimur í Starvsfelagnum. Vit trý viðgera happing; hvat er happing, hvør loysn er uppá happing, hvussu kann man fáa hjálp, og síðst men ikki minst, hvussu fyribyrgja við happing á einum arbeiðsplássi.
More Episodes
Published 04/15/24
VERKAFÓLK VÓRU HER Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.  Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr?...
Published 04/08/24
Published 04/08/24