Episodes
Cecilia Noløse Sørensen hevur instagramvangan Fíggjarligt frælsi, har hon tosar púra opið um pengar. Hon greiðir sínum fylgjarum frá síni løn, skuld, forbrúki, fíggjarligum málum og ivamálum. Við vanganum vil hon vera við til at bróta tabu - at læra seg og onnur at tosa um pengar - tí sum hon sigur, opinleikin um pengar kann geva okkum eitt betri yvirlit yvir okkara fíggjarstøðu.  Í hesum poddinum tosa vit við Ceciliu um, hví vit tora so illa at tosa um pengar. Vit tosa eisini um kvinnur og...
Published 03/03/23
Published 03/03/23
Tað kann gerast sera dýrt, um tú ikki hevur røttu tryggingarnar, so tí er tað umráðandi, at tú ert rætt tryggjað/ur.  Heidi í Homrum, sum er privatkundaráðgevi hjá Trygd, greiðir frá, hvørjar tær mest vanligu tryggingarnar eru, og hvat tær dekka. Eisini kemur hon við dømum um, hvat fólk ofta brenna seg av í sambandi við tryggingar.  Lurta og vita, um tú hevur tær røttu tryggingarnar. 
Published 02/01/23
Hvat hevur eyðkent búskapargongdina Í 2022? Hvat kunnu vit vænta okkum av 2023? Og er orsøk til at stúra fyri gongdini komandi tíðina?  Tað spyrja vit Turið F. Arge, stjóra í BankNordik, um í hesum poddinum. 
Published 12/20/22
At liva burðardygt er gott fyri samvitskuna, men er tað eisini gott fyri pengapungin?  Í hesum poddinum tosa vit við Kára Mortensen, leiðara á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni. Vit spyrja hann, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt í gerandisdegnum, og hvussu nógv vit kunnu spara. 
Published 11/14/22
Deildin á Tvøroyri fyllir 100 ár. Hon var tann fyrsta føroyska bankadeildin, sum lat upp uttan fyri Havnina.  Nógv hendi á Tvøroyri um hetta mundið - og fleiri vilja vera við, at Tvøroyri var meira framkomið og virkið enn høvuðsstaðurin  - so tað var ikki av tilvild, at ein deild varð stovnað júst har.  Í poddinum greiðir Jens Arni Leo Hammerfoss, søgufrøðingur, frá tíðini, tá ið bankadeildin á Tvøroyri varð stovnað, og hvussu samfelagið á Tvøroyri var í 1922. Eisini greiðir hann frá, hvussu...
Published 10/12/22
Renturnar eru hækkaðar nógv seinastu tíðina. Men hví hækka renturnar, og hvussu ávirka høgu renturnar vanliga føroyingin?  Tað spyrja vit Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á íløgudeildini hjá BankNordik. 
Published 09/21/22
Vit hoyra nógv um, at tey ungu vita ov lítið um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum og síni fíggjarviðurskifti. Men hvør er leikluturin hjá foreldrunum, tá tað kemur til fíggjarviðurskiftini hjá børnunum? Og eru nøkur góð ráð til foreldrini, um hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum at fáa sunnar pengavanar? Í hesum poddinum gevur Anja Rein, deildarstjóri í deild Tórshavn í BankNordik, okkum nøkur góð ráð.
Published 11/16/21
Vit skulu vera meira og meira burðardygg.  Eisini tá tað kemur til íløgur.  Men hvat er ein burðardygg íløga? Og hvat fær ein burturúr at gera burðardyggar íløgur? Í hesum poddinum tosa vit við Hjalta Mohr Jacobsen, leiðara á Íløgudeildini í BankNordik, um at gera burðardyggar íløgur.
Published 09/23/21
Hvat skal til fyri at fáa lán til at keypa eini hús? Hvussu stór skal eginfíggingin vera? Og hvat ger man, um man ikki fær lán til síni dreymahús?  Í hesum poddinum tosa vit við Anju Rein, sum er leiðari á deildini í Havn, um bústaðarlán og um hvat skal til fyri at fáa fígging til dreymahúsini. 
Published 06/09/21
Hvussu tryggjar tú tær, at tú keypir eini hús í góðum standi? Og um tú skalt selja, hvat skalt tú so gera fyri at fáa sum mest fyri húsini?  Í hesum poddinum tosa vit við Petur Mohr Niclasen, stjóra í Skyn, sum gevur góð ráð til teirra, ið annaðhvørt skulu keypa ella selja eini hús. Eisini gevur hann eitt yvirlit yvir gongdina á bústaðarmarknaðinum í Føroyum. 
Published 05/21/21
Vanligt hevur verið, at tú fært pengar fyri at hava pengar standandi á kontu, og at tú rindar fyri at lána pengar. Men nú skalt tú rinda fyri bæði at lána og at eiga pengar. Hvussu ber hetta til? Í hesum poddinum tosa vit við Turið F. Arge,...
Published 04/27/21
Tann fíggjarligi parturin fyllir ofta nógv, tá ið vit skulu skiljast: Skal alt deilast líka? Hvussu við barnapengum? Hvønn týdning hevur serogn? Og hava vit yvirhøvur ráð at skiljast? Í hesum poddinum hoyra vit Jóhan E. Simonsen, løgfrøðing, greiða frá,...
Published 04/14/21
Kvinnur hava í miðal lægri inntøku enn menn, lægri pensjónssamansparing og gera ikki so nógvar íløgur sum menn. Men hvussu ber hetta til? Og hvat kunnu vit gera fyri at rætta fíggjarliga munin millum kynini? Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik,...
Published 03/05/21
Í hesum poddinum tosa vit um arv. Hvat er arvur? Hvør arvar hvønn? Kann eg gera børnini og makan arvaleys? Hvat er eitt testamenti? Og hvussu kann eg tryggja meg og míni nærmastu? Jóhan E. Simonsen, løgfrøðingur, svarar hesum og fleiri øðrum spurningum...
Published 02/08/21
Í hesum poddinum viðgera vit pensjón: Hvussu nógv eigi eg at spara saman í pensjón? Eru lívstryggingar neyðugar? Og hvat kann eg fáa burtur úr at gera íløgur við pensjónini? At svara hesum - og mongum øðrum spurningum um pensjón eisini - hava vit fingið...
Published 01/14/21
Jólini nærkast, og hetta merkir, at tey flestu okkara brúka nógvar pengar - kanska ov nógvar pengar. Men hvussu fái eg tamarhald á mínum pengum og ikki øvut? Gestur: Sæunn Nolsøe, leiðari á deildini í Saltangará.
Published 12/16/20
Hvat er ein íløga, og hvat kann eg fáa burtur úr? Við hesum poddinum kanst tú fáa grundleggjandi vitan um íløgur, og hvussu tú kemur væl frá byrjan. 
Published 11/20/20