Episodes
Ræðist tú alt, sum hevur við pengar, brævbjálvar og bankar at gera? Pengapoddurin hesa ferð snýr seg um pengar og kenslur. Lær teg at stýra tíni pengaræðslu og fá betri tamarhald á tíni fíggjarstøðu. Við í poddinum eru: Kaja Joensen, Birna í Hjøllum Hentze og Arni Zachariassen.
Published 12/09/21
Tað er nógv at halda skil á, tá tú skalt byggja eini hús. Hvussu skal húsið síggja út? Hvussu skal tað fíggjast? Í hesum poddinum tosa vit við arkitekt, bankaráðgeva og eitt par, sum hevur bygt síni egnu hús. Vertur:  Birgith Lassen Gestir:  Eyðun Eliasen, arkitektur  Tomma S. Petersen, kundaráðgevi í Betri Banka Bogi Jørgensen og Sissal Jørgensen, húsaeigarar
Published 05/07/21
Published 05/07/21
Hvussu kunnu pengar ávirka parløg? Hvussu sleppa vit undan, at teir skapa trupulleikar í parlagnum? Í hesum partinum tosa vit við parterapeut um pengar og parlag. Vertur: Birgith Lassen Gestur: Sólrun Jacobæus, familjuterapeutur
Published 04/16/21
At keypa bústað er ein av størstu íløgunum í lívinum. Tí er nógv at seta seg inn í. Nær er rætta løtan? Hvat er ein góð byrjan? Hvussu fái eg skil fyri fígging? Í hesum partinum royni eg at fáa svar upp á hesar spurningar. Vertur: Birgith Lassen Gestir: Jákup Andrias Hansen, ognarmeklari hjá Betri Heim Rógvi Jakobsen, húsaeigari Durita Markná, húsaeigari Tummas Pauli Djurholm, kundaráðgevi hjá Betri Banka
Published 03/26/21
Vit kenna øll hesi impulskeypini, tá vit standa í handilinum. Er nakar máti at skipa innkeypið øðrvísi? Kann tað gera, at vit spara meira upp til okkara dreymahús, ferðir ella annað, sum vit ynskja okkum? Vertur: Birgith Lassen  Gestur: Ester Vang, kundaráðgevi í Betri Banka
Published 03/17/21
Eru ávísir mátar at læra børn um pengar? Nær er skilabest at byrja? Og hvussu við barnauppsparingini? Vertur: Birgith Lassen  Gestur: Súsanna Martina Petersen, kundaráðgevi í Betri Banka
Published 02/13/21
Í løtuni fær mann í besta føri lítla ella onga rentu við at hava pengarnar standandi á eini innlánskontu. Hvussu fær mann pengarnar at vaksa? Og nær er skilagott at gera íløgur í virðisbrøv? Vertur: Birgith Lassen Luttakari: Sverri Justinussen, leiðari á Markets í Betri Banka
Published 02/03/21
Hvørjar pengatýpur eru til og er tað møguligt at broyta sína atferð, so mann dugir betur við pengum? Vertur Birgith Lassen Luttakarar:  Alice Frederiksberg, kundaráðgevi í Betri Banka Arni Zachariassen, atferðarviðgeri, DAT ung Birna í Hjøllum Hentze, atferðarviðgeri, DAT ung  
Published 02/03/21